Nýggj skelting við Miðgarð

23.03.2021

Nýggj skeltir eru komin upp at hanga á portrini við Miðgarð, eins og nýggjar avmarkingar eru málaðar á parkeringsøkinum.

Fyri trygdina hjá børnum, sum ganga á stovni, er tað týdningarmikið altíð at lata portrini aftur. Hetta er eisini galdandi um kvøldarnar, so tað umgangst at seyður gongur inni á spæliøkinum hjá børnunum. Eisini er útlát frá bilum óneyðugt og dálkandi. Tí eru skeltini Vinarliga sløkk motorin og Vinarliga latið portrið aftur komin upp at hanga.

Somuleiðis hevur tað stóran týdning, at tað er atkoma fyri øll. Tí eru 2 parkeringspláss sett av til fólk við rørslutarni á parkeringsøkinum við Miðgarð. Vinarliga virði hesi parkergingsplássini, eisini aðrastaðni runt um í kommununi.