Normering til børn hægri raðfesting

24.11.2021

Normering á dagstovnunum hevur verið nógv í fokus seinastu árini. Bæði frá stovnum og politikarum í Vága kommunu, hevur normering verið viðgjørd í fleiri umførum. Mentanar- og trivnaðarnevndin hevur havt frammi ynski um, at leggja normeringina á dagstovnunum í eina trygga legu, har barni er i fokus.

Tá tosað verður um normering, so er ikki semja í øllum kommunum um hvat hendan inniber. Summar kommunur hava leiðslu, køkshjálp, vasking av stovni o.l. við í normeringini og aðrar ikki. Sama er galdandi fyri tíð til annað arbeiði, stovufundir o.s.fr.

Í samband við fíggjarlógar arbeiðið, er normeringin á stovnsøkinum endurskoðað í Vága kommmunu. Býráðið ynskir at raðfesta tíð saman við børnunum, og hevur samtykt soljóðandi normering á dagstovnaøkinum. Fyri vøggustovubørn er normeringslykilin 11,25 tímar. pr. barn, harav 11 tímar til tíð saman við børnunum og 0,25 tímar til annað arbeiði. Fyri barnagarðsbørn er normeringslykilin 6,75 tímar pr. barn, harav 6,6 til tíð saman við børnunum og 0,15 tímar til annað arbeiði. Umframt hesa tíð, er tann sáttmálabundni tímin.

Harafturat eru 40 tímar settir av til leiðara, 20 tímar til varaleiðara, tímar til reingerð, køk o.a. sum kemur afturat normeringini til børnini.

Stovnarnir í Vága kommunu hava áður hildið seg til ein normeringslykil sum eitur 10 tímar pr vøggustovubarn og 6 tímar til barnagarðsbørn. Við hesi samtykt verða fleiri tímar raðfestir til børnini, umframt at tímar verða settir av til annað arbeiði.

Við hesum vóna vit at okkara børn og dugnaligu starvsfólk saman kunnu mennast enn meira, sigur Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu.