Nesavegurin stongdur 23. september frá kl. 10 til 12

Nesavegurin Stongdur

Reyða linjan vísur strekkið har vegurin er stongdur

22.09.2025

Í sambandi við rennidagin hjá skúlanum týsdagin 23. september verður Nesavegurin stongdur frá Nesabrekkuni og yvir til niðankoyringina til Vágadal, fyri allari gjøgnumkoyring frá kl. 10.00 til kl. 12.00.

 

Runnið verður frá húsunum hjá Bjørk og Andor á Nesavegnum til endan á Kálvalíðvegnum.

 

Vit heita á allar bilførarar um at vísa varsemi og taka atlit til næmingarnar, sum luttaka í rennidegnum.

 

Vága kommuna ynskir øllum ein góðan og stuttligan rennidag.