Næmingar á Giljanesi gera mun – saman um krabbamein

Vaga51

22.10.2025

Í hesum døgum gera næmingar í Skúlanum á Giljanesi eitt serligt átak fyri at stuðla lands innsavningini hjá Krabbameinsfelagnum, sum í ár verður undir heitinum “Saman um krabbamein”. Bæði við rudding, sølu og hugnaligum tiltøkum vísa næmingarnir, at saman gera vit mun.

Í dag var vaflusøla á skúlanum, har næmingar kundu keypa sær vaflur. Køksbreytin bakaði, tónleikabreytin spældi, og dramabreytin gjørdi ein stuttfilm, ið verður sendur Krabbameinsfelagnum. Allur peningurin, sum kom inn frá søluni, fer óskerdur til innsavningina.

Í morgin fyrrapart, hósdagin 23. oktober, fara næmingarnir eisini út at rudda.
2. flokkur fer út á sandin í Sandavági, og 6. flokkur tekur sær av sandinum í Miðvági, har tey savna rusk og gera sítt til at halda bygdirnar reinar og hugnaligar, og kommunan letur flokkunum eina samsýning, sum eisin fer óskerd til innsavningina.

Seinnapartin skipar 2. flokkur fyri einum hugnaligum familjutiltaki á miðstadarøkinum í Sandavági frá kl. 15.00 til kl. 19.00. Har verður høvi at spæla ymisk spøl, og møguleiki verður at keypa bollar og kakao – sjálvandi við sama endamáli: at savna pening inn til Krabbameinsfelagið. Øll eru hjartaliga vælkomin at koma forbí og stuðla. Møguligt er eisini at stuðla innsavningini hjá næmingunum í 2. og 6. flokki við at venda sær til flokslærararnar.

Landsins innsavning “Saman um krabbamein” verður beinleiðis í sjónvarpinum sunnukvøldið 26. oktober frá kl. 19.00 til 22.00, har vit fara at hoyra søgur frá sjúkum og avvarðandi, fáa tónleik, undirhald og innlit í arbeiðið hjá Krabbameinsfelagnum – og hvussu hjálpin til sjúk og familjur verður raðfest og nýtt. Endamálið er at minna á, at eingin skal standa einsamallur, tá hann fær krabbamein – tað er ein byrða, vit mugu bera í felag.

Hetta átakið hjá næmingunum er eisini eitt gott dømi um, hvussu skúlin arbeiðir við ABC-hugsanini um sálarliga heilsu – at vera virkin, vera saman og vera hugbundin.
Tey gera nakað gott fyri onnur, samstundis sum tey læra, samstarva og hava tað stuttligt saman.

Og tað er júst tað, Virkin oktober eisini handlar um – har Vága kommuna leggur dent á at styrkja trivnaðin, samveruna og felagsskapin í øllum aldursbólkum.

Við hesum átøkum vísa næmingarnir, at smá stig kunnu gera stóran mun – bæði fyri onnur og fyri egna sálarliga heilsu.