Miðgarður 15 ár

02.10.2026
Í gjár, 1. oktober, fylti dagstovnurin Miðgarður 15 ár. Føðingardagurin hevur verið hátíðarhildin alla vikuna við ymiskum tiltøkum fyri børnunum, foreldrum og starvsfólki.
Føðingardagsvikan byrjaði mánadagin við vatnkríggi, spæli og sápubløðrum úti, og pylsuvognurin kom á vitjan. Týsdagin var hoppiborg og andlitsmáling. Mikudagin var djórapostarenning í garðinum og stóladansur, og Raska frá MBM var eisini í føðingardag og hevði okkurt gott við til børnini at drekka. Á sjálvum føðingardegnum, var sjónleikur, og seinnapartin vóru foreldrini boðin til kaffi og lagkøku. Føðingardagsvikan endar í dag, har tey hava hugna sær við felags morgunmativið morgunmati, føðingardagssangløtu, og síðani hava øll børnini verið úti og runnið í góðveðrinum í dag.
Miðgarður er ein stórur og fjølbroyttur dagstovnur mitt í Miðvági. Stovnurin hevur vøggustovur, barnagarðsstovur, eina stovu til 6 ára gomul og eina serstovu, sum fevnir um alt dagstovnaøkið í Vága kommunu.
Fjøll, fjøra, viðarlund og áir eru nærmastu grannar hjá Miðgarði, og náttúran er ein virkin partur av gerandisdegnum á stovninum. Miðgarður hevur fingið virðisløn fyri arbeiðið við endurnýtslu, klædnaendurnýtslu og náttúruvirksemi.
Vága kommuna ynskir børnum, foreldrum og starvsfólkum í Miðgarði hjartaliga til lukku við 15 árunum og takkar fyri alt tað góða arbeiðið, sum verður gjørt á stovninum hvønn dag.
