Máliverkstovan útsett

Máliverkstova Fyri Børn Og Ung

14.05.2026

Máliverkstovan við Herdis Sandberg Rasmussen er flutt til sunnudagin 24. mai kl. 15 í málistovuni í Miðvági (gamla skúla). 

Tiltakið er ætlað øllum í aldrinum 9-18 ár, og er ókeypis. Herdis leggur lag á, og vísir ymsar teknikkir at mála várblómur við vatnliting. Málistovan syrgir fyri tilfari (máling, penslum, pappíri o.t.). Havið egnan blýant við.