Landsvegastrekkið frá Lambá í Miðvági til Grant/FK verður asfalterað

13.09.2021

Landsverk fer at fresa og asfaltera landsvegastrekkið frá Lambá í Miðvági til Grant/FK.

Um viðrar, byrjar arbeiðið í kvøld, mánakvøldið 13. september kl. 21:00 – 06:00 og heldur fram til fríggjamorgunin 17. september kl.06:00.

Bert ein koyribreyt verður opin og ferðslan verður leidd við skelting og ljósregulering á vegastrekkinum.