Landsstýriskvinnan í Almanna- og bústaðamálum á vitjan í Vága kommunu

Margit Stórá Og Bjarni Prior1

07.05.2026

Mikudagin 6. mai var Margit Stórá, landsstýriskvinna á vitjan í Vága kommunu eftir innbjóðing frá Bjarni Prior, borgarstjóra. Endamálið við vitjanini var at umrøða bústaðaravbjóðingar, tørvin á fjølbroyttum bústaðarloysnum og møguleikar fyri samstarvi millum land og kommunu á almanna- og bústaðarøkinum.

Vága kommuna hevur seinastu árini arbeitt miðvíst við nýhugsan og framtíðarætlanum á bústaðarøkinum, og á fundinum legði borgarstjórin fram ítøkiligar tankar um, hvussu nýggjar bústaðarloysnir kunnu mennast í kommununi. Dentur varð lagdur á, at bústaðarneyðin krevur nýhugsan, samstarv og langtíðar loysnir, bæði lokalt og landsfevnandi.

Greitt varð frá, at kommunan arbeiðir við einari slóðbrótandi bústaðarverkætlan, sum hevur til endamáls at skapa fleiri og fjølbroyttar bústaðir, samstundis sum hugsað verður nýtt í mun til fígging, atkomu og sosiala samanseting.

Saman við umsitingini hevði borgarstjórin fyrireikað fundin væl, og varð greitt frá teimum avbjóðingum og møguleikum, sum kommunan sær á økinum. Dentur varð lagdur á, at Vága kommuna ynskir at vera ein virkin partur av teimum framtíðar loysnum, sum skulu mennast innan bústaðar- og almannaøkið.

Bjarni Prior, borgarstjóri, fegnast um vitjanina og sigur, at tað hevur stóran týdning, at gott samskifti og samstarv er millum kommunur og landsmyndugleikar:

– Bústaðaravbjóðingin er ein av størstu samfelagsligu avbjóðingunum, vit standa yvirfyri í hesum tíðum. Tí er tað týdningarmikið, at vit arbeiða saman um ítøkiligar og nýhugsaðar loysnir. Vit vilja fegin vera ein virkin viðspælari í hesum arbeiðinum, sigur borgarstjórin.

Vitjanin varð mett sum góð og gevandi, og báðir partar vístu vilja til framhaldandi samskifti og samstarv á økinum.