Kvøldskúlaskráin 2026 er klár – tilmeldingin letur upp 1. oktobur

Kvoldskulin2026 Heimasidumynd

10.09.2026

Kvøldskúlaskráin hjá Vága kommunu fyri 2026/27 er nú klár. Tilmeldingin letur upp 1. oktobur kl. 12.00 á frigg.vaga.fo.

Skráin í ár er fjølbroytt og hevur tilboð til bæði børn og vaksin. Her ber til at royna seg við skapandi arbeiði, læra nýtt handverk, menna sínar førleikar ella at vera partur av einum góðum felagsskapi.

Millum skeiðini, sum verða boðin út bæði í heyst og vár, eru ættargransking, málningalist, skriviskeið, brodering, modelbátar, træsmíð, leirarbeiði, rammuveving, veving fyri vand, gittarspæl og konufimleikur. Eisini ber til at syngja við Vágakórinum.

Á heystskránni eru harumframt skeið í linoliumsprenti, ljóðtøkni og glaslist, umframt Dungeons & Dragons og skeið um várleykir. Tvey skeið verða í pakistanskari matgerð.

Føroyskt sum annaðmál verður eisini boðið út á bæði byrjunar- og framhaldsstigi.

Á várskránni eru longu skeið í hvølpalási og prutlkoyrikorti, og fleiri várskeið koma væntandi aftrat. Hesi verða lýst á heimasíðuni hjá Vága kommunu undir kvøldskúlanum.

Kvøldskúlin gevur fólki møguleika at læra, royna og skapa – og samstundis møta øðrum við somu áhugamálum.

Øll skeiðini eru treytað av nøktandi luttøku.

Næstu vikuna verður kvøldskúlaskráin borin út í hvørt hús, men kann eisini takast niður her.

Kvøldskúlaskráin 2026