250626 MYND VK Oyragjogv

Myndin kann takast niður niðast á síðuni

Kunngerð um at broyta ein part við atløgubryggjuna á Oyragjógv, matr. nr. at og 375c frá øki K: Landbúnaður til øki D: Havnarøki.

Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir við seinni broytingum, verður við hesum gjørt kunnugt, at Vága býráð á fundi 24. juni 2025 samtykti at gera broyting í byggisamtyktini fyri eitt øki á Oyragjógv - ein part av matr. nr. at og 375c í Sandavági.

Talan er um at broyta ein part við atløgubryggjuna á Oyragjógv, matr. nr. at og 375c frá øki K: Landbúnaður til øki D: Havnarøki.

Tilfar, sum lýsir uppskotið um broyting í byggisamtykt fyri matr. nr. at og 375c í Sandavági, liggur frammi til alment eftirlit á býráðsskrivstovuni í arbeiðstíðini frá fríggjadegnum 27. juni 2025 til fríggjadagin 18. juli 2025, báðir dagar íroknaðir.

Møgulig broytingaruppskot ella mótmæli skulu skrivliga verða býráðnum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 08. august 2025.

Vága býráð

Kunngerð um at broyta ein part við atløgubryggjuna á Oyragjógv, matr. nr. at og 375c frá øki K: Landbúnaður til øki D: Havnarøki.