Kunngerð

03.07.2021

Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954, við seinni broytingum, um býarskipanir og byggisamtyktir, verður við hesum gjørt kunnugt, at Vága býráð á fundi tann 22. juni 2021 samtykti at broyta býarplanin galdandi fyri Miðvág.

Býarplanurin fyri útstykking á Gudmundargøtu verður broytt soleiðis:

partar av matr. nr. 227a, 227d, 227e, 227f, 227g, 227h og 227i verður í byggisamtyktini broytt frá F-Almenn frítíðarøki til øki B-Byggiøki/sethús.

Skjøl, sum vísa broytingina, liggja frammi til alment eftirlit á býráðsskrivstovuni í Sandavági í arbeiðstíðini frá mánadegnum 5. juli 2021 til fríggjadagin 5. august 2021 báðir dagar íroknaðir. Kommunuskrivstovan er stongd frá mánadegnum 19. juli 2021 til fríggjadagin 30. juli 2021, báðir dagar íroknaðir.

Møgulig broytingaruppskot ella mótmæli skulu skrivliga verða býráðnum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 28. august 2021.