Knút Olsen verður heiðraður í heimbygdini

Myndin av Knút Olsen er lánt frá Sprotanum. Hon er tikin í samband við tá Sprotin gav út bókina Og várið kom.
19.02.2026
Heiður til lívsverk og mentanarligt íkast
Sunnudagin 1. mars frá kl. 15.00 til 17.00 samskipar Vága kommuna, saman við lokalum stigtakarum, fyri heiðurstiltaki fyri Knút Olsen Úti á Gjógv í Sandavági.
Við hesum ynskir man at vísa takksemi fyri tað stóra og drúgva íkast, Knút Olsen hevur givið føroyskum mentanarlívi. Knút, sum er ættaður úr Sandavági, hevur í áratíggju havt ein týðandi leiklut í føroyskum tónleiki. Løg hansara eru vorðin partur av okkara felags mentanararvi og verða sungin í mongum ymiskum høpum – í skúla, kirkju og felagstiltøkum.
Umframt sítt tónleikaliga virki hevur Knút eisini latið eitt týðandi bókmentaligt íkast við týðingum av altjóða klassikarum, sum hava styrkt føroyskt mál og gjørt týdningarmiklar søgur atkomuligar á føroyskum. Gjøgnum alt sítt virki hevur hann víst dygd og ábyrgd – og verið við til at skapa varandi virðir í føroyskum mentanarlívi.
Tiltakið byrjar klokkan 15.00, tá Tórður Mikkelsen leiðir okkum gjøgnum dagin sum vertur. Bjarni Prior, borgarstjóri bjóðar vælkomin og Sigfríður Olsen fer at siga nøkur orð um bróðurin Knút, og seinni fer Leif Hansen at hugleiða um Knút sum tónaskald.
Á skránni eru eisini fleiri tónleika innsløg, millum annað klaverframførsla við Mattiasi Kapnas. Vágakórið luttekur og Jensina Olsen syngur tveir sangir, og dagurin endar við felagssangi saman við Spælimonnunum á Sýnini.
Í steðginum verður kaffi, og høvi verður at hittast og heilsa upp á.
Tiltakið er alment, og øll eru hjartaliga vælkomin at vera við til at heiðra Knút Olsen og hansara lívsverk.
Tað er ókeypis at luttaka til heiðurstiltakið, men tað er avmarkað við plássi og ti er tilmelding neyðug. Til ber at skráseta seg her.