Jólatrøini tendra leygardagin 29. novembur

22Des23 B3A6897 Web

20.11.2025

Hvørt ár verða jólatrøini í Vága kommunu tendrað leygardagin fyri 1. sunnudag í advent og hetta verður hátíðarhildið við tónleiki, jólamonnum og hugna. Leygardagin 29. novembur fer kommunan at tendra jólatrøini í bygdunum. Byrjað verður í Sandavági kl. 15.00, kl. 16.00 í Miðvági og kl. 17.00 í Vatnsoyrum.

Bjarni Prior, borgarstjóri bjóðar vælkomin, Ólavur Eysturdal, prestur sigur nøkur orð, og Sørvágs Tónleikarafelag kemur at spæla nøkur jólaløg.

Í samband við at Missiónshúsið í Miðvági heldir 90 ára dag fyri at missiónshúsið varð tikið í nýtslu, fer Tummas Lauritsen at siga nørkur orð um missiónshúsið og barnakór í missiónshúsinum syngur nakrar sangir til tendringina í Miðvági.

Aftaná hvørt jólatræ er tendrað, koma jólamenn og øll børnini fáa pakka, og kommunan bjóðar kaka og bollar.