Jólaskipið Heimdal og jólamenninir vitja í kvøld

Heimdal

19.12.2025

Í kvøld 19. desembur siglir jólaskipið Heimdal inn á Sandavág (umleið kl. 17.45) og síðan inn á Miðvág, og við eru serligir gestir - nevniliga jólamenninir, og leggur at úti á Bakka í Miðvági kl. 18.00. Vegna trygd er tað týdningarmikið at børnini ikki koma út á brúnna har Heimdal leggur at, men taka ímóti jólamonnunum á keiini.

Sum kunning til djóraeigarar, so verður eitt sindur av fýrverki skotið fyri Heimdal og jólamonnunum í báðum bygdunum.

Jólamenninir hava heilt víst okkurt gott við til børnini tá teir koma á land, men fyrst ganga vit heim í miðstaðarøkið saman við jólamonnunum og vættrunum, har tað eisini verður bjóða eitt kakao og bollar. Tað er eitt gott hugskot at hava egnar koppar við, so vit minka um einnýtis nýtsluna.

Alt tiltakið er ókeypis. Vegastrekkið frá bygdaskúlanum og út á Kumlar verður stongt ímeðan tiltakið er.

Vónandi koma nógv børn og vaksin at taka ímóti jólamonnunum.