Jacob Vestergaard, landsstýrismaður á vitjan í Vága kommunu

01.07.2026
Vága kommuna hevði í dag vitjan av Jacob Vestergaard, landsstýrismanni í Vinnumálum. Á fundinum varð tosað um fleiri av teimum málunum, sum hava stóran týdning fyri framtíðar menningina í Vágum, serliga samferðslu, ferðavinnu og vinnumenning.
Bjarni Prior, borgarstjóri, hevði eina framløgu um Vága kommunu og menningina, sum hevur verið í kommununi seinastu árini. Dentur varð lagdur á, at Vágar hava ein serstakan leiklut í føroyska samfelagnum sum heimstaður hjá Føroya einasta altjóða flogvølli og sum høvuðsinngongdin hjá ferðafólki til og frá Føroyum.
Á fundinum varð eisini víst á, at ferðslan um Vága Floghavn er vaksin støðugt síðstu árini og í 2025 setti nýtt met við 465.054 ferðafólkum. Av útlendskum ferðafólki komu umleið 70.000 loftvegis til Føroya í 2025, har nógv teirra eisini hava leigubilar. Hesin vøkstuin merkist eisini á landsvegunum í Vágum, nógvari ferðslu gjøgnum Miðvág og Sandavág. Mett verður at hesin vøksturin fer at halda fram, við stóru útbyggingini sum verður gjørd av flogvøllinum og parkeringsviðurskiftunum har.
Harumframt komu 33.712 cruise-gestir til Føroya í 2025. Ein stórur partur av teimum vitjar eisini Vágar á útferðum frá teimum havnum, har cruise-skipini leggja at. Haraftrat koma nógv av teimum ferðafólkunum, sum ferðast við Norrønu, eisini til Vágar. Samlað leggur hetta eitt vaksandi trýst á landsvegakervið og kommunala undirstøðukervið.
Kommunan legði tí dent á tørvin á at framtíðartryggja samferðsluna í Vágum. Millum málini, sum vóru umrødd, vóru lægri ferð gjøgnum bygdirnar, tryggari skúlavegir, betri gonguviðurskifti, gongu- og súkklubreyt millum Miðvág og Sandavág og onnur ferðslutrygdartiltøk. Á fundinum vórðu ymiskar loysnir umrøddar, og arbeiðið við at finna góðar og haldbarar loysnir heldur fram í samstarvi millum kommununa og landsmyndugleikarnar.
Eisini varð tosað um leiklutin hjá Vágum í føroysku ferðavinnuni. Kommunan vísti á, at ein týðandi partur av virðisskapanini í ferðavinnuni verður skaptur í Vágum, samstundis sum kommunan í stóran mun ber trýstið á vegir, parkeringsøki og náttúruøki, ið fylgir við vaksandi ferðavinnuni.
Eftir fundin á kommunuskrivstovuni varð farið ein túr niðan í Vakstrarhúsið, har landsstýrismaðurin varð kunnaður um virksemið. Seinastu árini hevur Vága kommuna, saman við Vinnumálaráðnum og Fróðskaparsetri Føroya, arbeitt við verkætlanum, ið hava til endamáls at styrkja føroyska framleiðslu av grønmeti og øðrum plantuvøkstri.
Fundurin var góður og jaligur, og báðir partar vóru samdir um týdningin av einum góðum samstarvi um tær avbjóðingar og møguleikar, sum eru knýttir at menningini í Vágum.
– Vágar eru ein av mest týðandi samferðslu- og ferðavinnugáttunum í Føroyum. Tá ferðslan um flogvøllin og talið á ferðafólkum veksur ár um ár, er tað avgerandi, at landsvegakervið og onnur undirstøðukervi fylgja við menningini. Vit fegnast um góða dialogin við landsstýrismannin og síggja fram til framhaldandi samstarv, sigur Bjarni Prior, borgarstjóri.