Íverksetarakvøld

22.10.2022

Mikukvøldið 26. oktobur 2022 kl 19.00 til kl. 21.00 skipar VisitVágar, saman við Vága kommunu og Sørvágs kommunu, fyri íverksetarakvøldi í pakkhúsinum Úti á Gjógv í Sandavági. Um tú hevur áhuga í íverksetan, nýhugsan, ferða- og upplivingarvinnu, menning ella bara ert forvitin, so er tú vælkomin!

Til tiltakið verða áhugaverdar framløgur, drekkamunnur, og møguleiki at fáa eitt prát við onnur við sama áhuga. Eisini verður greitt frá fíggingarmøguleikunum, møguleikan fyri at søkja um at vera við til átakið Nýskapan í ferðavinnuni. Tilboðið er galdandi bæði fyri núverandi/etableraðar fyritøkur og fyri spírar á íverksetaraøkinum sum einans hava eitt hugskot.

STAÐ

Úti á Gjógv, (pakkhúsinum hjá Fiskastykkinum), Úti á Bakka 12 í Sandavági.

TILMELDING

Tiltakið er ókeypis, men tilmelding krevst. Tilmelding fer fram her.

Melda til í seinasta lagi tann 25.oktobur kl 12.00.

SKRÁ

Kl. 19.00: Bjarni Prior, borgarstjóri, bjóðar vælkomin

Kl. 19.05: Tordis K. á Rógvi Biskopstø greiðir frá um nýggja VisitVágar, nýhugsan, samkapping v.m.

Kl. 19.15: Sóley H. Hammer og Súsanna Laursen frá Hugskotinum greiða frá um átakið “Nýskapan í ferðavinnuni” og íverksetan annars

Kl. 19.35: Randi Olsen greiðir frá um Breyðvirkið, tilgongd sum íverkseti og hópfígging

Kl. 19.50: Kali Bærentsen greiðir frá um Faroe Islands Surf Guide í Tjørnuvík

Kl. 20.05: Magni Thomsen frá Íverksetarahúsinum, greiðir frá um Hópfígging.

Kl. 20.10: Jónleyg Joensen, dagligur leiðari á Fiskstykkinum, hevur rundvísing og frágreiðing um pakkhúsið Úti á Gjógv

Kl. 20.25: Netverkan og drekkamunnur.