ÍSF á ferð - evniskvøld um: Kynstrið at skapa breiðar felagsskapir fyri børnini, breiddina og tey bestu

14.11.2022

Kunning frá ÍSF: Í døgunum 8. - 17. november vitjar ÍSF, við "ÍSF á ferð", kring landið við spennandi framløgum.

Heitið fyri kvøldini er:»Kynstrið at skapa breiðar felagsskapir fyri børnini, breiddina og tey bestu«

Vit vilja fegin greiða øllum, áhugaðum og virknum í lokalu ítróttafeløgunum, frá nýggju strategiini hjá ÍSF, sum ítróttagreinar í Føroyum herfyri samdust um.Hendan strategiin skal vera eitt amboð hjá okkum øllum at samstarva.

Tiltøkini eru frá kl. 19.00 - 21.00: 

            14. november - Vágar (Skúlin á Giljanesi)

Skráin hetta kvøldið:

1. Í felag fram ímóti felags málum: Um felagsskapin, sjálvboðin og ítróttagleði.
2. Hetta kann ÍSF bjóða feløgum
3. Tilmæli um, hvussu vit skapa eitt mennandi venjingarumhvørvi fyri øll – bæði breidd og tey bestu?
4. Gestarøðari: Lene Terp - Venjaraleikluturin skal raðfestast, um vit vilja tryggja eitt mennandi venjingarumhvørvi - bæði fyri breidd og úrval.
5. Møguleiki hjá lokalum feløgum at taka orðið
6. Felags prát um, hvussu vit í felag skapa breiðar felagsskapir fyri børnini, breiddina og tey bestu.

Her kunnu tit lesa nýggju strategiina "Í felag fram ímóti felags málum".

Fyri fyrireikingarnar hjá okkum er tað gott at vita hvørji feløg eru umboðað, so kunnu tit vinaliga geva okkum svar á linda@isf.fo, um umboð fyri tykkara felag koma til okkurt av tiltøkunum.

Evniskvøldini eru almenn - Øll eru vælkomin.

Við vón um, at ítróttaumhvørvið er so breitt umboðað sum møguligt hesi kvøldini.

Ítróttarsamband Føroya