Hølir til lesandi á jólum

Vaga19

11.12.2025

Vága kommuna bjóðar hølir til lesandi um jólini, og eftir avtalu, so tey hava eitt stað at sita og arbeiða, fyrireika seg til próvtøkur og skriva uppgávur. 

Fyribils eru høli tøk í Virkishúsinum við Ánna, men tá íverksetarahúsið í Haraldsstovu verður klárt næsta ár, verða lestrarpláss fastur partur av íverksetarahúsinum.

Lesandi, ið ynskja at gera brúk av hølunum, kunnu venda sær til Vága kommunu á tlf. 34 44 00 ella teldupost vaga@vaga.fo.