Heystskráin hjá Vága Pensjónistafelag

Eldratilak Some Eventcover

21.10.2025

Mikumorgunin 22. okt. kl. 10 bjóðar Vága Kommuna saman við Eldraráðnum í Vágum morgunmat í Bygdarhúsinum í Miðvági, har øll eldri eru hjartaliga vælkomin.

Bjarni Prior, borgarstjóri, bjóðar vælkomin.

Hetta tiltakið er í samband við ABC fyri sálarliga heilsu, sum Pál Weihe gevur okkum eitt innspark um.  Húsaorkestrið á Sýnini stendur fyri felagssanginum.

Eftir Pál Weihe kemur Judofelagið stutt at greiða frá ókeypis skeiði í falltrygd, sum verður fyri eldri í fimleikarhøllini á Giljanesi hós. 23. okt. kl. 15-16. Lítil drekkamunnur og prát við undirvísararnar verður aftan á venjingina. Tað er ikki neyðugt at tekna seg til skeiðið.

Um viðrar verður kúluspæl (Petanque) á vøllinum aftan á morgunmatin.

Sun. 9. nov. kl. 16 hava vit hugnaløtu í Miðvágs Kirkju v/Martin Pollard, organisti/pianisti og David Johannesen, presti. Martin fer at hava orgul- og klaverkonsert, David fer at greiða frá tveimum av sínum sálmum, sum vit eisini fara at syngja. Aftaná er drekkamunnur í kirkjukjallaranum. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Ætlanin er at hava okkurt tiltak afturat í novembur og jólaveitslu fyri okkara limir mitt í viku 50. Tað frætta tit nærri um seinni.

Vága Pensjónistafelag