Heimapartar verða skornir inni á keiini týsmorgun kl. 10.00

Vaga 3

05.05.2026

Týsmorgun 5. mai kl. 10.00, verður skorið upp til heimapartar inni á keiini í Miðvági. Vága kommuna heitir á borgarar um at møta upp og taka lut í arbeiðinum við at skera og heinta sín heimapart, sum er 1/2 skinn í part.
Grindin, sum legði beinini í Sandavági í dag, taldi 125 hval, og eru tilsamans 809 skinn merkt, av tí verður 140 skinn latið til heimapartar.
Kommunan heitir á øll, sum ætla sær eftir heimaparti, um at møta stundisliga og taka lut í felags arbeiðinum.