Heilsufremjandi venjingar á Vesturvón

05.09.2024

Kunning frá Vesturvón: Fimleikurin inni á Sýnini, heilsufremjandi venjingar, fyri borgarar 67 ár og eldri byrjar aftur mánadagin 9. september 2024 kl. 13.00.

Venjing verður tvær ferð um vikuna og venjingartíðirnar vera mánadagar og hósdagar        kl. 13.00 til 14.00. Tað er ikki neyðugt at melda til fimleikin, tú kann bara møta upp.

Bussur koyrir sum vanligt og byrjar at koyra kl. 12.00. Sørvágur – Bø – Sørvágur – Miðvágur – Sandavágur. Neyðugt er við tilmelding til bussin. Tilmelding til bussin er á tlf. 665700 mánadag til hósdag millum kl. 9.00 og 15.00. 

  • Inngongdin í venjingarhøllini skal nýtast, tá komi verður til fimleik. Tað er inngongdin í vestara enda í kjallaranum á Sýnini.
  • Hendurnar skulu sprittast tá komið verður
  • Tit skulu hava innanduraskógvar við
  • Man skal sjálv/ur hava vatnfløsku við heimanífrá
  • Kostnaðurin fyri venjingar verður:     

-          170,- kr/mdr. fyri 2 ferð um vikuna og 100,- kr/mdr. fyri eina ferð um vikuna.

-          Tað ber eisini til at gjalda fyri ½ ár í einum. 680,- kr. fyri ½ ár at venja 2 ferð um vikuna og 400,- kr. fyri at venja 1 ferð um vikuna. 

Vit gleða okkum at síggja tykkum aftur.

Terapeutarnir Vesturvón