21.08.2025
Fimleikurin inni á Sýnini, heilsufremjandi venjingar, fyri borgarar 67 ár og eldri byrjar aftur mánadagin 1. september 2025 kl. 13.00.
Venjing verður tvær ferð um vikuna og venjingartíðirnar vera mánadagar og hósdagar kl. 13.00 til 14.00. Tað er ikki neyðugt at melda til fimleikin, tú kann bara møta upp.
Bussur koyrir sum vanligt og byrjar at koyra kl. 12.00. Sørvágur – Bø – Sørvágur – Miðvágur – Sandavágur. Neyðugt er við tilmelding til bussin. Tilmelding til bussin er á tlf. 665700 mánadag til hósdag millum kl. 9.00 og 15.00.
Vit gleða okkum at síggja tykkum aftur.
Terapeutarnir Vesturvón