Heilsufótbóltur byrjar aftur

Heilsufotboltur

24.08.2026

Týsdagin 1. september byrjar heilsufótbóltur aftur. Spælt verður innandura hvønn týsdag í vetur frá klokkan 18.00 til 19.00 í høllini í Sørvágs skúla.

Vága kommuna og Sørvágs kommuna fóru í 2023 undir at samstarva um heilsufótbólt. Tilboðið varð sett á stovn eftir eina væleydnaða granskingarverkætlan hjá Klaksvíkar kommunu og Fróðskaparsetri Føroya. Michael Gram hevur vegna kommunurnar skipað fyri heilsufótbóltinum í Vágum, síðan byrjan.

Heilsufótbóltur verður spældur á smærri økjum og í minni bólkum enn vanligur fótbóltur. Dentur verður lagdur á rørslu, samveru og spæligleði, og tí kunnu øll vera við – bæði roynd og óroynd. Hóast tilboðið upprunaliga var ætlað borgarum, sum eru 60 ár og eldri, er eink aldursmark. Øll, sum hava hug at røra seg og hava tað stuttligt saman við øðrum, eru vælkomin.

Sum nakað nýtt verður í vetur eisini møguligt at spæla fótbóltspetanque. Spælið líkist vanligum petanque, men verður spælt við fótbóltum í staðin fyri kúlum. Tað kann spælast við heilt fáum luttakarum – enntá bert tveimum.

Facebook-bólkurin eitur Heilsufótbóltur í Vágum 60+. Øll, sum hava áhuga, verða eggjað til at melda seg í bólkin og skriva har, um tey ætla sær at møta.

Tilboðið er fyri borgarar í bæði Vága kommunu og Sørvágs kommunu.