Hátíðarhald leygardagin kl. 16.00

18.06.2021

Hátíðarhaldi í samband við avdúking av Seyðamanninum á Sondum

Leygardagin kl. 16.00 verður stórt hátíðarhald í Sandavági í samband við at standmyndin av Seyðamanninum á Sondum verður avdúkað.

Ítróttafelagið Frælsi fer at hava sítt vikuliga gakk ella renn tiltak frá Vatnsoyrum kl. 14.00, har gingið verður eftir vørðunum til Giljanesi. Frá Giljanesi fer ein skrúðgonga 15.40 inn til Sandavágs. Tey sum hava hug at ganga skrúðgongu møta bara upp á Giljanesi. Til hátíðarhaldið verður tónleikur og røður. Vágakórið, Vága dansifelag, Konsørn og Sørvágs Tónleikarafelag luttaka, somuleiðis verður ein felagssangur sungin, ið er skrivaður og tilognaður Seyðamanninum.

Aftaná verður felagssangur í tjaldinum við Tummas Hera & co.