Grilla Úti á Dal

20.05.2023

Seinnapartin fara vit at grilla Úti á Dal, í ríðihøllini hjá Vága ríðingarfelag. Tað verður millum kl. 16 og 18. Tað er Skótalið Mikkjals á Ryggi sum skipar fyri. Tummas Heri & co, fara at hugna um við harmoniku og vit syngja onkrar felagssangir. Eitt sanghefti kann takast niður á telefonina, tað er viðheft niðast í greinini.

Tað er ein vakur og góður gongutúrur út á Dal, men har eru eisini gott pláss at parkera uttanfyri ríðihøllina.