Greiða brævatkvøðu til løgtingsvalið 8. desember

17.11.2022

Veljarar, ið verða burturstaddir valdagin, ella á annan hátt lúka treytirnar fyri at greiða brævatkvøðu, kunnu frá í dag og í seinasta lagi hósdagin 7. desember 2022 greiða brævatkvøðu við at koma á kommunuskrivstovuna í Sandavági. Avgreiðslutíðirnar á kommunuskrivstovuni er frá kl. 10.00 til 12.00 og kl. 13.00 til 15.00.