Greiða brævatkvøðu til fólkatingsvalið 24. mars 2026

19.03.2026
Veljarar, ið verða burturstaddir valdagin, ella á annan hátt lúka treytirnar fyri at greiða brævatkvøðu til fólkatingsval, kunnu frá í dag og í seinasta lagi leygardagin 21. mars 2026 greiða brævatkvøðu við at koma á kommunuskrivstovuna í Sandavági.
Avgreiðslutíðirnar á kommunuskrivstovuni eru mánadag til mikudag frá kl. 10.00 til 15.00, hósdag frá kl, 10.00 til 17.00 og fríggjadag frá kl. 10.00 til 13.00.
Liggur ikki fyri at koma í upplatingartíðini, kann ringjast á telefon 344400 áðrenn fríggjadagin klokkan 13:00 og avtala aðra tíð.