Kontrast hevur gjørt skitsuuppskotið
05.09.2025
Í seinastu viku greiddu vit frá fundinum millum áhugabólkin úr grannalagnum Norði í Danmark og borgarstjóran, Bjarna Prior, um framtíðar tankar um gamla svimjihylin í Lambá. Áhugabólkurin hevur í fleiri ár havt ynski um at fáa økið fríðkað og gjørt tað til eitt hugnaligt savningarstað fyri grannalagið og borgarar í kommununi.
Áhugabólkurin vísti m.a. á, at hylurin eigur at verða tømdur fyri grús, at nýggj brettir skulu gerast, og at trygd og atkomiligheit skulu hugsast inn í arbeiðið. Eisini ynskja tey, at økið verður ruddað og gjørt innbjóðandi við m.a. girðing, borð og benkur, bjargingarkransi og møguliga eini lítlari terassu. Hugskotini fevndu eisini um at gera hylin til eitt savningarstað fyri borgarar í kommununi – bæði til góðveðursdagar um summarið og til serlig høvi. Borgarstjórin deildi eisini sínar tankar um økið. Harumframt vísti borgarstjórin áhugabólkinum eitt skitsuuppskot, sum hann hevði latið gera. Skitsan vísir eina gongu- og súkklu brúgv yvir um hylin og eina stóra breiða trappu niður í hylin.
Tey í bólkinum tóku sera væl ímóti hesum, ikki minst hugskotinum um eina trappu niður í hylin. Henda ger tað møguligt hjá øllum – stórum sum smáum, at brúka hylin, og at økið verður gjørt atkomuligt fyri øll. Ætlanin fevnir eisini um at byggja ein lítlan skúr við hylin, sum kann brúkast til at skifta í.
Síðani fundin hevur borgarstjórin kunnað býráðið um málið. Hann legði bæði fram hugskotini frá áhugabólkinum og sínar egnu tankar fyri, hvussu hylurin og økið kann mennast. Málið gongur nú sína gongd víðari til politiska viðgerð í ymisku nevndunum, áðrenn býráðið tekur endaliga støðu til verkætlanina. Vága kommuna kemur at standa fyri sjálvari brúnni og trappuni, meðan áhugabólkurin – við tilfarsstuðli frá kommununi – fær uppgávuna at fríðka økið og røkja dagliga viðlíkahaldið.
Verkætlanin kring svimjihylin er samstundis partur av eini størri heildarætlan at knýta býlingarnar í Miðvági betur saman. Arbeiðið at binda Ápramsveg saman við Tvørgarðsgøtu og Húsagarð er í gongd, og væntast skjótt at verða liðugt. Gongu-og skúkklubrúgvin tvørtur um gamla svimjihylin fer at tryggja eina lætta og trygga farleið frá Norðuri í Heiðum og allan vegin inn á Giljanes – uttan at børn og onnur ferðafólk skulu fara oman á høvuðsvegin. Soleiðis verður svimjihylurin ikki bert eitt trivnaðarøki, men eisini ein týdningarmikil liður í eini størri ætlan fyri tryggari ferðslu og betri samanbinding av býlingunum.