
09.12.2025
Vága kommuna og Sløkkiliðið heita á allar borgarar um at fyrireika seg væl til vánaliga veðrið, sum er í væntu seint í dag og í kvøld. Veðurstovan boðar frá, at vindurin fer at vaksa út á seinnapartin og gerst hvassur, og seint í kvøld er helst skrið ella stormur við nógvum regni. Í slíkum veðri kann alt, sum liggur leyst, fara á flog og elva til skaða — bæði á fólk og ognir.
Tí verður heitt á øll um at hyggja væl uttan um húsini, rudda burtur alt, sum kann fúka, og binda ella surra alt, sum liggur leyst, fyri at fyribyrgja, at nakað fer avstað og ger skaða.