Freistin at søkja um stuðul til mentanar- og frítíðarvirksemi er 1. september 2025

Vaga17

13.08.2025

Freistin fyri at søkja stuðul til mentanar- og frítíðarvirksemi fyri seinnu hálvu av 2025 er 1. september 2025.

Á býráðsfundi 2. mars 2021 varð gjørt av, at gera broytingar í reglugerðini fyri viðgerð og avgreiðslu av umsóknum til kommununa, um fíggjarligan stuðul frá feløgum og einstaklingum til mentan og ítrótt.

Samtykt varð, at seta inn sum nýggja § 1 “Stuðul sambært hesi reglugerð verður latin tvær ferðir árliga. Umsóknir skulu verða kommununi í hendi skrivliga innan 1. mars og 1. september”. Og til § 8 er lagt afturat, “harafturat skal ein kostnaðarmeting fyriliggja”. 

Umsóknir, ið koma inn eftir 1. september 2025, verða fyrst viðgjørdar eftir 1. mars 2026.

Reglugerðin kann lesast her.

Søkjast skal umvegis Vangan. Tað kann gerast við at klikkja her.