Føroya vakrasta hálvmaraton

03.09.2021

Í samband við at Føroya vakrasta hálvmaraton verður í morgin, leygardagin 4. september, verður vegurin frá rundkoyringini í Sandavági og yvir til brúnna stongdur fyri allari ferðslu frá kl. 12.00 til tiltakið er liðugt umleið kl. 14.30.

Heitt verður á bilførarar um at koyra inn og út úr bygdini gjøgnum Sarpar.

Rennarar fara frá rundkoyringini, yvir um brúnna og so eftir gamla vegi yvir til Sandavágs kirkju har málið verður.

Yvir 700 luttakarar hava teknað seg, so tað verður nógv fólk á vegnum í kommununi, tí verður heitt á bilførarar at vera ansnir í ferðsluni.