Flaggdagshaldið 2026

Sanna Á Løgmansbø (4)

15.04.2026

Leygardagin 25. apríl kl. 16.00 verður flaggdagshald á Giljanesi.

Skótalið Mikkjals á Ryggi skipar fyri skrúðgongu úr Miðvági og Sandavági. Byrjað verður at ganga:

  • úr Miðvági kl. 15.30 frá bygdaskúlanum
  • úr Sandavági kl. 15.40 frá Virkishúsinum við Ánna

Inni á Giljanesi spælir Sørvágs Tónleikarafelag, og Bjarni Prior, borgarstjóri, bjóðar vælkomin. Sanna á Løgmansbø, forkvinna í Føroya Pedagogfelag, heldur flaggdagsrøðuna.

Eftir flaggdagsrøðuna verður kvøldskúlaframsýningin. Beinir Bergsson, kvøldskúlaleiðari letur kvøldsskúlaframsýningina upp, og Virkishúsið við Ánna fer at hava opnar verkstovur fyri børn og ung.

Skótaliðið selur vafflur og kaffi eins og undanfarin ár.

Vónandi møta ítróttarfeløg og onnur fjølment til skrúðgonguna og inni í høllini á Giljanesi.

Í ár eru 86 ár liðin síðani bretska stjórnin formliga viðurkendi Merkið.