Flaggdagshald og kvøldskúlaframsýning

23.04.2021

Sunnudagin 25. apríl kl. 16.00, verður flaggdagshald í ítróttarhøllini á Giljanesi. Tað verður Tóra við Keldu, forkvinna í Megd, ið heldir flaggrøðuna. Sørvágs tónleikarafelag og Super MíV framføra.

Sunnudagin veður somuleiðis kvøldskúlaframsýningin í fimleikahøllini á Giljanesi. Framsýningin er letur upp kl. 15:00 til kl. 18:00, tó verður framsýningin stongd, meðan flaggdagshaldið er.

Næmingarnir, ið hava gingið á kvøldskúlanum hjá Vága kommunu, fara at sýna fram arbeiðið, ið tey hava evnað í vetur. Aftaná flaggdagshaldið, fara næmingar hjá Holgar Jacobsen at spæla nøkur løg.

Næmingar í 7. flokki selja kaffi, te og vaflur. Tikið verður bert móti reiðum peningi.