Fjølmentanarvikan verður sett í Vágum

23.10.2026
//English below//
Fjølmentanarvikan verður sett í Vágum
Í ár eru kommunurnar í Vágum vertir, tá ið Fjølmentanarvikan verður sett. Setanin verður í kvøld, fríggjakvøldið 23. oktober kl. 18.00, í Bátasmiðjuni í Bø. Á skránni verða røður, Rannveig syngur, og Pakkhúsið borðreiðir við leskiligum munnbitum. Øll eru hjartaliga vælkomin!
Mikukvøldið 28. oktober kl. 19.30 verður integratiónsguðstænasta í Sandavágs kirkju. Marjun í Kálvalíð, prestur, hevur guðstænastuna, og aftaná verður drekkamunnur.
Hóskvøldið 29. oktober kl. 18.00 verður fjølmentanarmáltíð í bygdarhúsinum í Miðvági. Tað er onki so hugnaligt sum at samlast um eina góða máltíð, og dugnaligir kokkar frá ymiskum londum gera rættir til kvøldið – millum annað við íblástri frá Peru, Brasilia, USA, Tailandi og Filipsoyggjunum, umframt ein leskiligan rætt við føroyskum laksi. Eitt kvøld við góðum mati, góðum felagsskapi og mentanarligum samskifti.
Fjølmentanarvikan er síðstu vikuna í oktober. Endamálið er at fagna, fevna og varpa ljós á mentanarliga fjølbroytni í Føroyum. At skapa eitt fjølment samfelag krevur bæði opinleika og samstarv, og við setanini og fjølmentanarmáltíðini vilja kommunurnar í Vágum geva fólki høvi at hittast tvørtur um mál og mentanir.
Í vikuni verða eisini fleiri fjølmentanartiltøk kring alt landið. Skráin kann lesast við at klikkja á her.
Vágar hosts the opening ceremony of Multicultural Week
This year, the municipalities of Vágar are hosting the opening ceremony of Multicultural Week. The ceremony takes place tonight, Friday 23 October at 18:00, at Bátasmiðjan in Bøur. The programme includes speeches, a performance by Rannveig, and delicious bites served by Pakkhúsið. Everyone is warmly welcome!
On Thursday 29 October at 18:00, there will be a multicultural dinner at the village hall in Miðvágur. There is nothing quite as cosy as gathering around a good meal, and skilled cooks from different countries are preparing dishes for the evening – including food inspired by Peru, Brazil, the USA, Thailand and the Philippines, as well as a delicious dish with Faroese salmon. An evening of good food, good company and cultural exchange.
Multicultural Week takes place in the last week of October. The aim is to celebrate, embrace and highlight cultural diversity in the Faroe Islands. Building a multicultural society requires both openness and cooperation, and with the opening ceremony and the multicultural dinner, the municipalities of Vágar want to give people the opportunity to meet across languages and cultures.
During the week, there will also be several multicultural events around the country. You can see the programme by clicking here.