Fjølmentanarvikan endar við pubquiz

27.10.2023

Hesa vikuna hevur tað verið fjølmentnarvika. Í kommununi hava verið tvey tiltøk fyrr í vikuni. Fyrst var fjølmentanarbindiklubbur sum Virkishúsið skipaði fyri, og eydnaðist hesin sera væl, har nógv, bæði føroyingar og útlendskir tilflytarar møttu at kunna hvønn annan um sínar mentanir, og greitt varð f´ra um føroysku mentanina við bindiklubbum.

Mikukvøldið var afturvendandi fjølmentnarmatveitsla. Tað vóru tilflytarar úr fleiri enn 10 londum sum gjørdu mat, og møttu umleið 200 fólk í bygdarhúsinum at royna ymiskar rættir, umboðandi allar heimspartarnar.

Seinasta tiltakið hesa vikuna verður í kvøld. Tá verður fjølmentanar pubquiz á Fiskastykkinum. anessa Farmery verður quizmaster og Efraim Lőrincz fer at seta dám á við tónleiki ímillum umførini. Hvørt umfar hevur 10 spurningar sum vera føroysk og altjóða almenn vitan, myndir og ljóðspurningar. Tað kunnu í mesta lagi vera 5 í hvørjum bólki, og hvør bólkur skal í minsta lagi hava ein føroying ella ein útlendskan tilflytara í bólkinum. Tað er ókeypis at luttaka í pubquiz, men møguligt verður at keypa sær okkurt úr kaféini.

Taki ein vin, onkran í familjuni ella ein starvsfelaga við ein túr á Fiskastykkið í kvøld. Tiltakið byrjar stundisliga kl. 20 og endar kl. 22.