Fiburnet til øll húsini í Vága kommunu

16.04.2024

Arbeiðið at leggja fiburnet til øll húsini í Vága kommunu er byrjað. Fyrireikingararbeiðið hevur verið í gongd í eina tíð, og í morgin, mikudagin 17. apríl, byrjar arbeiðið at fresa/grava kaðalveitir í almennar vegir, og verður byrjað norðuri í Sørpum í Sandavági.

Tað er NET sum ger arbeiðið at leggja fiburnet til øll húsini í Vága kommunu.