Ferðslukunning í sambandi við Vestanstevnuna og kappróðurin leygardagin 11. juli

Ferðsla VS 26

10.07.2026

Í sambandi við Vestanstevnuna og kappróðurin leygardagin 11. juli verða nakrar broytingar í ferðsluni í Miðvági.

Økið kring kappróðrarøkið verður stongt fyri vanligari ferðslu, og vegirnir, sum eru merktir á kortinum niðanfyri, verða stongdir ella gjørdir til blindvegir.

Tað er týdningarmikið at geva gætur:

  • Miðvágs/Sandavágs Havn verður stongd fyri allari sigling leygardagin 11. juli 2026 í sambandi við kappróðurin.
  • Allir bilar, sum standa parkeraðir á Kumlavegi, skulu verða fluttir, áðrenn kappróðurin byrjar. Vegurin skal haldast tómur frá kl. 10.00 til 18.00.
  • Innkoyring til kappróðrarøkið verður bert eftir ávísari leið, sum sæst á kortinum.
  • Ongin gjøgnumkoyring eftir Kirkjavegi, ferðslan verður stýrd við boðskeltum.

Vit heita á øll um at virða avbyrgingar og ferðsluvegleiðingina, so tiltakið kann fara fram á tryggan og skipaðan hátt.

Vit vilja ynskja øllum eina góða Vestanstevnu.