Felags matarskipan á stovnum og í skúla í Vága kommunu

Kostradini1

Mynd: Føroysku kostráðini, sum kostpolitikkurin hjá Vága kommunu byggir á.

06.11.2026

Býráðið í Vága kommunu samtykti hóskvøldið 5. november at seta eina felags kommunala matarskipan í verk á Miðgarði, Sóljugarði, Smílikulluni og í skúlanum á Giljanesi.

Arbeitt hevur verið við at lýsa verandi støðu í kommununi, innheinta vitan og royndir frá øðrum, kanna undirtøku millum foreldur og starvsfólk og meta um ymiskar møguleikar fyri skipan og íverksetan. Foreldraráð og skúlastýrið hava verið við sum hoyringspartar.

Matarskipanin byggir á kostpolitikkin, sum býráðið samtykti 30. september 2025. Kostpolitikkurin sigur, at matur og máltíðir eru týðandi partur av trivnaði, menning og gerandisdegnum hjá børnum og ungum. Endamálið er ikki einans at útvega mat, men at skapa eina heild, har trivnaður, læring, heilsa og sosialur javnrættur hanga saman. Ein góð máltíð gevur orku til at spæla, læra og vera saman. Og øll børn skulu hava somu møguleikar. Tí er endamálið eitt javnbjóðis matartilboð til øll børn og ung í kommununi.

Matvitin við Poul Andrias Ziska og Joan Sørensen fer at standa fyri matarskipanini, sum  verður ein royndarverkætlan í eitt ár. Matarskipanin verður fíggjað við foreldragjaldi og gjøgnum raksturin hjá Vága kommunu.

Í næstum verða øll foreldur í Vága kommunu boðin á kunnandi fund um matarskipanina og hvussu hon verður sett í verk í barnagørðum, frítíðarskúla og skúla.