DAGFØRING: Ólag á vatnveitingini í Sandavági

01.11.2022

Dagføring: Arbeiðið á vatnveitingina í Sandavági er liðugt og kókitilmælið ikki longur galdandi.

Í samband við at arbeitt verður uppá vatnveitingina i Sandavági, verður heitt á borgarar heimanfyri ánna, at kóka drekkivatnið so leingi arbeiðið varar. Arbeiðið byrjar kl. 9.00 og boða verður frá tá kókitilmælið er av.