Dagførd kunning til foreldur at børnum á dagstovni ella í frítíðarskúla í Vága kommunu

18.03.2020

Landsstýrið hevur fráboðað at tiltøk verða sett í verk til tess at fyribyrgja og minka um vandan fyri útbreiðslu av coronasmittu í Føroyum. Í hesum sambandi hevur Vága kommuna gjørt av, at dagstovnarnir og frítíðarskúlin í Vága kommunu verða stongdir frá mánadegnum 16.03.2020 í fyribils 14 dagar.

Fyri at tryggja, at foreldur, sum starvast í týðandi samfelagsvarveitandi funktiónum innan t.d. heilsuverkið, almannaverkið, eldraøkið ella í veitingar- ella framleiðsluvinnuni, kunnu sleppa til arbeiðis, soleiðis at samfelagið framhaldandi kann virka, hevur leiðslan í Vága kommunu avgjørt at stovna eitt bráfeingis ansingartilboð, sum fer at halda til í Miðgarði í Miðvági. Bráfeingis ansingartilboðið er bert til tey foreldur, sum ikki hava aðrar møguleikar at finna ansing til síni børn, og sum hoyra til bólkin, sum lýstur er omanfyri.

Foreldur, sum halda seg koma undir treytirnar fyri at kunna brúka bráfeingis ansingartilboðið, skulu, boðað Vága kommunu frá á vaga@vaga.fo og grundgeva fyri tørvinum á bráfeingis ansing. Mælt verður øllum, sum eru í iva um tey hava rætt til tilboðið, til at søkja.

Vinaliga

Eyðdis H. Niclasen
borgarstjóri