1752500264191 F4fdf861 B534 4367 A836 Fdc381fbf265 1

Myndin kann takast niður niðast í greinini

Dagførd kunngerð um broyting í byggisamtyktini fyri matr. nr. 25 og 150a í Sandavági.

Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir við seinni broytingum, verður við hesum gjørt kunnugt, at Vága býráð á fundi 05. mai 2025 samtykti at gera broyting í byggisamtyktini fyri matr. nr. 25 og 150a í Sandavági.

Tilfar, sum lýsir uppskotið um broyting í byggisamtyktini fyri matr. nr. 25 og 150a í Sandavági, liggur frammi til alment eftirlit á heimasíðuni hjá Vága kommunu og á býráðsskrivstovuni frá mánadegnum 14. juli 2025 til mánadagin 25. august 2025, báðir dagar íroknaðir.

Møgulig broytingaruppskot ella mótmæli skulu skrivliga verða býráðnum í hendi í seinasta lagi týsdagin 25. august 2025.

 

Vága býráð

Kortskjal at taka niður