
09.12.2025
Stýrið fyri Vesturvón hevur samtykt at dagføra gjøldini fyri tær tænastur og tey tilboð, sum verða veitt innan heimatænastu og eldrarøkt. Nýggju gjøldini koma í gildi 1. januar 2026.
Dagføringin byggir á ásetingarnar í kunngerð um heimatænastu og gjald fyri heimatænastu, eldrarøkt o.a. og fevnir um øll tilboð, ið verða veitt við heimild í løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m. Gjøldini verða hækkað samsvarandi javningarprosentinum fyri almannaveitingar, sum fyri 2026 er ásett til 3,6%.
Búfólk á Heiminum á Sýnini og borgarar, sum gjalda fyri heimatænastu, fáa skriv heim við nærri kunning um broytingarnar.
Talva við teimum dagførdu gjøldunum kann takast niður niðast á síðuni.