Býráðslimur í Vága kommunu hevur rundað tey hálvt hundrað

09.12.2020

Tann 27. november 2020, rundaði Jóhannis Joensen, býráðslimur í Vága kommunu, tey fimti.

Jóhannis hevur sitið í býráðnum í Vága kommunu tvey tey seinastu valskeiðini.

Í morgun handaði Eyðdis Hartmann Niclasen, borgarstjóri, Jóhannisi gávu umframt eina jóladekoratión frá kommununi.