Borgarafundur á Giljanesi um ferðavinnuætlan

18.02.2026
Í samband við, at allar kommunur skulu hava eina ferðavinnuætlan, skipar Visit Vágar fyri borgarafundum í oynni næstu dagarnar.
Hósdagin 19. februar klokkan 17.00 verður borgarafundur í skúlanum á Giljanesi, har greitt verður frá arbeiðinum við ferðavinnuætlanini.
Endamálið við ferðavinnuætlanini er at menna og skipa ferðavinnuna á ein burðardyggan hátt, við atliti til náttúru, lokal virði og trivnað í nærumhvørvinum
Borgarafundir verða eisini í Gásadali 18. februar kl. 17.00 og í skúlanum í Sørvági mánadagin 23. februar kl. 17.00.
Øll áhugað eru hjartaliga vælkomin at luttaka.