Boða verður frá kolandi stormi

30.01.2024

Nú boða verður frá upp í kolandi storm, og sløkkiliðið og Føroya Politi heitir á fólk um at tryggja leysar lutir uttanfyri, endurtekur Vága kommuna hesa somu áheitan til sínar borgarar.

Tað er ikki vandaleyst at senda sløkkiliðið og onnur sjálvboðin út til uppgávur tá skaðin er hendur og stormur er. Tí er best, at byrgt verður fyri, at skaðar henda og at borgarar í mestan mun hava tikið upp leysar lutir og tryggja annað sum kann fara í vindinum.

Sløkkiliðið hjá okkum koyrir í løtuni runt í bygdunum hjá Vága kommunu, og skrásetur møguligar vandar og boðar eftir førimuni eigara frá. Men vit heita á allar borgarar um at ganga ein túr rundan um ogn sína, og tryggja at einki er ið kann fara á flog og gera skaða.

Í hesum sambandi er eisini avgjørt at umhvørvisplássið í dag letur upp kl. 13.00, um tørvur er á hjá borgarum at sleppa av við burturkast.