Bingjuplássið longri opið mikudagin

05.05.2026
Orsaka av, at grind legði beinini í Sandavági mánadagin, verður bingjuplássið longri opið mikudagin 6. mai.
Opið verður frá kl. 14.00 til 19.00, so borgarar fáa møguleika at sleppa av við burturkast frá grindini.
Kommunan heitir á borgarar um at lata burturkastið á skipaðan og hóskandi hátt.