04.07.2025
Beinir er 28 ára gamal og hevur bæði fakligar og skapandi royndir við í skjáttuni, tá hann byrjar í starvinum tann 1. august. Hann hevur tikið bachelor- og masterútbúgving í týskum á Háskóla Íslands, umframt ein bachelor í ritlist á Fróðskaparsetri Føroya. Harafturat er hann undir útbúgving sum lærari á Fróðskaparsetri Føroya.
Seinastu tvey árini hevur Beinir starvast sum ritstjóri hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags, er vertur í útvarpssendingini Samværi, og hevur eisini verið vikar og stuðul í Sørvágs skúla, gestalærari í týskum bókmentum á Háskóla Íslands og í styttri tíðarskeiði vikar á Glasir.
Beinir er kendur sum ein eldhugaður og inspirerandi persónur, sum brennur fyri menningini av mentanarligum virksemi. Hann hevur givið út fleiri yrkingasøvn og týtt bøkur til føroyskt, og fyri sítt skapandi arbeiði sum rithøvundur hevur hann fingið fleiri viðurkenningar, m.a. Ebbuvirðislønina og Mentanarvirðisløn landsins til ungt listafólk.
Í sínum starvi sum ritstjóri hevur Beinir vant seg við at leiða, samskipa og tryggja, at arbeiðsuppgávur verða framdar eftir tíðarætlan. Og sum listafólk hevur hann eisini eitt gott arbeiðslag og eina sterka sjálvsdisiplin, sum er ein styrki í leiðsluhøpi.
Beinir hevur fakligar førleikar, drúgvar royndir og ein skapandi hátt at arbeiða upp á, sum væl hóska til starvið sum leiðari fyri kvøldskúlan. Hann hevur greiðar og skilagóðar tankar um, hvussu kvøldskúlin kann menna seg og fevna um tilboð, sum røkka út til so nógvar borgarar sum møguligt, og at kvøldskúlin skal vera eitt tilboð fyri øll – eitt stað, sum er við til at skapa felagsskap og trivna í kommununi.
Við sínum fakligu royndum, listarliga arbeiði og skapanarhuga hevur Beinir Bergsson eina bakgrund, sum samsvarar væl við málini sum kommunan hevur sett sær í visjónini fyri kvøldskúlan. Hansara arbeiðslag, áhugi fyri lívlangari læring og kunnleiki til bæði undirvísing og mentanarligt virksemi geva honum góðar førleikar at vera við til at mynda eitt nútímans kvøldskúlatilboð, har trivnaður og fjølbroytni ganga hond í hond, og har eisini undirumboðaðir bólkar og tilflytarar fáa góðar møguleikar at taka lut og kenna seg heima í felagsskapinum.
Við sínum áræði, nýhugsandi hugburði og drúgvu royndum verður Beinir mettur at vera væl skikkaður at røkja leiklutin sum leiðari fyri kvøldskúlan og at fremja visjónina hjá Vága kommunu um at skapa eitt fjølbroytt og viðkomandi tilboð fyri øll.