Barnaverndarstovan: Vit leita eftir fosturfamilju í Vágum

Fosturfamilja

24.02.2026

Vit leita eftir familju við førleikum at gerast fosturfamilja hjá barni í skúlaaldri. Fosturfamiljan skal taka sær av dagligu umsorganini av barninum og stuðla undir sambandið millum barnið og foreldrini umframt at samstarva skynsamt við foreldrini og myndugleikar. Fosturfamiljan fær regluliga og tætta supervisión.

Fyri at hoyra nærri um uppgávuna set teg í samband við Oddbjørg Balle, leiðara, á ob@bvs.fo ella á telefon 225696, ella við Annu Mariu Troest, sosialráðgeva, á annat@bvs.fo, telefon 214481.