At ferðast er at liva

06.09.2024

H. C. Andersen skrivaði í 1855, at "at ferðast er at liva," og tað er kanska meira aktuelt nú enn nakrantíð áður. Ferðavinnan í Føroyum veksur skjótt, og føroyingar ferðast eisini alt meira uttanlands. Talið av ferðafólkum gjøgnum Vága floghavn økist støðugt, og hóast nýggja farstøðin, sum varð tikin í nýtslu í 2014, varð ætlað at vera nøktandi til 2024, er hon longu alt ov lítil. Tørvur er á eini stórari útbygging, sum fer at kosta fleiri hundrað milliónir.

Hetta er ein jalig gongd, tí tað vísir, hvussu týdningarmikil Vága floghavn er fyri vinnulívið við inn- og útflutningi, gerandislívið og mentanina í Føroyum. Flogvøllurin spælir ein alsamt størri leiklut, nú ferðing er vorðin ein týðandi partur av lívinum. Við útbyggingunum verður flogvøllurin betur førur fyri at taka ímóti vaksandi ferðafólkatalinum, sum kann styrkja bæði ferðavinnuna, skapa fleiri arbeiðspláss og inntøkur til landið.

Men við hesum vøkstri koma eisini avbjóðingar, serliga í Vága kommunu, har ferðslan gjøgnum bygdirnar Sandavág og Miðvág er vaksin nógv. Vegakervið er frá 60’unum og 70'unum, tá ferðslan var nógv minni, og er tí ikki tilpassað dagsins tørvi. Ferðslan við Skúlan á Giljanesi, har fleiri børn dagliga ferðast, ger støðuna serliga álvarsama og skapar ikki bara trupulleikar fyri trivnaðin, men eisini fyri trygdina í ferðsluni. Vaksandi ferðslan er ein vandi fyri bæði børn og vaksin, og um ongar loysnir finnast, ávirkar tað lívsgóðskuna hjá borgarunum í kommununi.

Tí krevur Vága kommuna ítøkiligar loysnir fyri at tálma ferðsluni fyri at verja borgararnar og trivnaðin í bygdunum. Ein møguleiki er at dagføra vegakervið, soleiðis at ferðslan verður leidd burtur frá bygdunum. Eisini eigur at verða kannað møguleikarnar fyri betri almennari ferðslu og øðrum farleiðum, sum minka um trýstið á vegakervið í kommununi.

Vegakervið hevur staðið í stað síðani tað varð bygt í 60’unum og 70’unum, og nøktaði tørvin tá góði gamli Sam var í vælmaktini. Men nú er tíðin komin til broytingar. Ferðafólkatalið veksur, og flogvøllurin og tunlarnir eru vorðnir týðandi partar av samferðslukervinum, og ferðslan økist við rúkandi ferð.

Tí er tað alneyðugt, at allir partar samstarva um at finna eina burðardygga loysn. Okkara lokalu lands politikarar og kommunal politikarar eru noydd til at seta okkum saman við Landsverk, og finna loysnir sum tryggja, at bæði flogvøllurin, ferðavinnan og kommunan kunnu mennast saman. Vegakervið má framtíðartryggjast, so tað stuðlar undir vøksturin, men samstundis tryggjar trivnað og trygd hjá borgarunum í Vága kommunu.

Bjarni Prior,

borgarstjóri