Ársroknskapurin hjá Vága kommunu einmælt samtyktur

Vaga17

12.06.2025

Á eyka býráðsfundi, ið varð hildin týskvøldið 10. juni, var bert eitt mál á skrá, góðkenning av roknskapinum fyri 2024. Roknskapurin varð einmælt samtyktur.

Har varð staðfest, at samlaðu inntøkurnar í 2024 vóru væl hægri enn væntað í upprunaligu fíggjarætlanini fyri 2024. Skattainntøkan hjá kommununi fyri 2024, eftir frádrátt av rentustuðli, var 135,3 mió. kr., ið er 14,7 mió. kr. hægri enn árið fyri, 2023. Í fíggjarætlanini fyri 2024 varð roknað við eini nettoskattainntøku á 119,9 mió. kr. Sostatt gjørdust samlaðu inntøkurnar 15,4 mió. kr. hægri enn væntað, hetta hóast skattaprosentið var lægri í 2024 enn í 2023.

Rakstrarútreiðslurnar fyri 2024 vóru tilsamans 111,7 mió. kr., sum er ein vøkstur á 9,6 mió. kr. samanborið við 2023. Í fíggjarætlanini vórðu rakstrarútreiðslurnar mettar at verða á 109,6 mió. kr. Vøksturin í rakstrarútreiðslunum eru lønarhækkingar, men eisini útreiðslur til KT trygd og skipanir eiga ein stóran part av vøkstrinum.

Rakstraravlopið áðrenn íløgur í 2024 var 23,6 mió. kr., samanborið við 18,7 mió. kr. í 2023. Í upprunaligu ætlanini var roknað við einum rakstraravlopi á 10,3 mió. kr., og tískil var avlopið 13,3 mió. kr. betri enn mett.

Nettoíløgurnar í 2024 vóru 31,4 mió. kr., meðan fíggjarætlanin og eykajáttanirnar roknaðu við 37,1 mió. kr. Hetta merkir, at íløgurnar vóru 5,7 mió. kr. lægri enn ætlað. Størsti parturin av teimum íløgunum, ið ikki vóru brúktar í 2024, verða fluttar til 2025.

Samanumtikið vísir roknskapurin eitt undirskot á 7,8 mió. kr. fyri 2024, samanborið við eitt undirskot á 23,2 mió. kr. árið fyri.

Við ársenda 2024 var nettoskuldin hjá Vága kommunu 64,6 mió. kr., svarandi til 0,46 í mun til álíkningina. Fíggjarmálaráðið leggur til grund skattaprosent á 23 %, meðan skattaprosentið hjá Vága kommunu í 2024 var 21,5 %.

 

Ársroknskapurin kann takast niður her